Lív hevur flutt ein sjúkling í dag

11-01-2018 - 23:05 - Jóanis Albert Nielsen

Seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein sjúkling av Nólsoy, og inn til Havnar á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Lív, sum fór til Nólsoyar eftir sjúklinginum. Lív legði síðani at á Vestaru bryggju, har ein sjúkrabilur stóð fyri teimum.