Lív flutti ein sjúkling í nátt

12-11-2017 - 09:56 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 03:43 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein sjúkling av Nólsoy, og inn til Havnar, so hann kundi koma undir læknahond.

Boð blivu send eftir rescue Lív, sum var í Nólsoy 04:10. Lív var aftur á Havnini við sjúklinginum klokkan 5, og stóð tá ein sjúkrabilur fyri teimum, sum síðani koyrdi sjúklingin á Landssjúkrahúsið.

Les eisini: Tyrlan var eftir einum sjúklingi, sum síðani var flogin til Danmarkar.