Litfilmsupptøkur úr Vágum frá sumri í 1953

Mentan31-03-2018 - 22:55 - Jóanis Albert Nielsen

Á upptøkunum sæst ferðamannabáturin "Ólavur", ferðafólk á Fútakletti, vitjan hjá John Poulsen í Vatnsoyrum, Tindhólmur og Drangarnir og upptøkur tiknar í Bø og í Sørvági. Litfilmsupptøkur hjá Alf og James Cordiner, feðgar úr Aberdeen í Skotlandi, ið vóru stórir Føroyavinir, og vitjaðu javnan her á klettunum. Samskiftið millum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen og Ingu Simonsen í Havn førdi til, at abbasonur James og sonur Alf, Stephen Cordiner lat filmsrullurnar til Føroyar.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=cBAg5XAAeeE]