Litfagurt og abstrakt

mentan30-10-2019 - 16:20 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv:

Tað er fest í eitt satt fýrverk av litum, tá Finleif Mortensen hósdagin 31. oktober letur upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

-Tú finnur næstan onki svart í mínum myndum. Mær dámar ikki at mála daprar málningar. Tað skal vera litfagurt, sigur Finleif, sum eftirhondini hevur nógv ár á baki sum listamaður.

Bláu og grønu litirnir hava verið eyðkendir í hansara myndum, men nú hava eisini gulir og ljósareyðir litir fingið størri og størri pláss á løriftinum. Ótraditionellir litir, sum bróta við vanligu litsamansetingina.

Framsýningin hevur fingið heitið ”Tað abstrakta og figurativa landslagið”. Tom Jørgensen, listaummælari á Jyllands Posten og redaktørur á Kunstavisen, sigur m.a. soleiðis um, hvussu tað abstrakta og figurativa sameinast í listini hjá Finleifi Mortensen:

”Abstraktionerne bygger altså i høj grad på det fysiske landskab og den fysiske natur blot omsat i et ikke-naturalistisk formsprog. I stedet for at være diametrale modsætninger supplerer Finleif Mortensens to malemåder altså i høj grad hinanden. Begge skabt af en kunstner, der kombinerer en skarp kompositionsevne med lyriske og stemningsfulde indslag i en smuk syntese.”

Íblásturin til málningarnar kemur frá mongu túrunum hjá Finleifi í náttúruni. Grótið og hamrarnir fáa sín egna form, úttrykk og litir á leiðini úr haganum og upp á løriftið.

Havnin er ein ótømandi kelda til myndaevni. Finleif verður altíð hugfangaður av útsýninum yvir Havnina, út móti longu, mjáu Nólsoynni og litspælinum millum Borðuna og Glyvursnes. Og so eru føroysku bygdirnar hugtakandi. Serliga bygdirnar norðanfyri við høgu fjøllunum – eitt nú Kunoy, Viðareiði, Elduvík og Gjógv. Hann vitjar bygdirnar fleiri ferðir fyri at merkja stemningin, litirnar og formarnar, og í atelierinum málar hann síðani frítt frá minninum.