Mynd: HSF.

Litavia vann stórsigur á Føroyum

ítróttur10-01-2020 - 19:42 - Jóanis Nielsen

HSF: Okkara høvdu ein sera harðan dyst móti sterku litavunum. Dysturin endaði 36-25, eftir 18-12 í hálvleikinum.

Okkara fingu aldrin rættiliga fatur í verjuni, og kundu eisini verið nakað neyvari í hinum endanum. Vit kempaðu væl og fingu nógv góð mál, men tað er trupult, tá hini hava ov lætt við at skora og fáa heili 36 mál.

Føroya spæla aftur í morgin kl. 14.00 móti Slovakia