Listaframsýning á Ólavsøku 2018

mentan29-06-2018 - 10:41 - Jóanis Nielsen

Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.

Framsýningin verður í døgunum fríggjadagin 27. til mánadagin 30. juli 2018.

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú fara inn á www.lions.fo ella https://www.facebook.com/lionstorshavn og lesa meira um, hvussu tú tilmeldar teg til árligu framsýningina. Freistin at boða frá luttøku er týsdagin24. juli 2018.

Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 26. juli millum kl. 16 - 18.

Óseldir málningar skulu avheintast aftur mánadagin 30. juli millum kl. 20.00 til 21.00

Ágóðin av framsýningini fer óskert til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2016 verður kunngjørt á www.lions.fo og aðrastaðnis.

Lions Club Tórshavn.