Lisitiatión 2. byggistig av Giljanes skúla

mentan11-10-2021 - 14:28 - Jóanis Nielsen

Seinnapartin fríggjadagin, tann 8. oktober, var lisitatión á kommunuskrivstovuni í Sandavági.

Í august varð 2. byggistig av útbyggingini av Skúlanum á Giljanesi boðið út.

2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Víðkaðir karmar verð til heimastovur og felagsøkir. Harumframt verða broytingar gjørdar í 1.byggistigið, sum betra um møguleikan fyri serundirvísing, umframt at umstøðurnar hjá lærarum og heilsustarvsfólki eisini verða broytt og betra.

Arbeiðið sum boðið varð út, var høvuðsarbeiðstøka. Talan var um almenna lisitatión, sambærtLøgtingslóg um útbjóðing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016.

Tað komu 4 tilboð inn. Nógv fólk var komið saman á kommunuskrivstovuni, har Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri 2. byggistig, lat tilboðini upp.

Articon átti lægsta tilboðiði á 34.836.106,00. Síðan kom Búsetur á 37.581.102,00, J&K Petersen á 39.712.122,00, men við einum fyrivarni um prísin á byggitilfari og tilboðið hjá MT Højgaard var á 39.833.959,21.

Kostnaðarmetingin ljóðaði uppá 33.656.723,00.