Líraberg avreiddi 9.000 pund til Snarfrost

vinna23-07-2019 - 20:38 - Jóanis Nielsen

 Útróðrarbáturin Líðraberg avreiddi í dag 9.000 pund til Snarfrost, eisini hava 4 aðrir bátar avreitt til Snarfrost í dag, teir høvdu úr 1.000 uppí 1.800 pund.

Okkurt av virkjunum og landingarmiðstøðunum fara nú í feriu, men Snarfrost kemur at taka ímóti fiski, eisini nú í summar, verður sagt av virkinum.