Lions savnar brillur inn til sjónveik í Afrika

mentan08-02-2018 - 09:24 - Jóanis Nielsen

Á árliga Giljanestiltakinum 11. februar, fer Lions at savna inn brúktar brillur til sjónveik í Afrika.
Nógvar brillur eru innsavnaðar í samband við Lions tiltøk kring heimin.
Bara í Danmark vóru umleið 30.000 brillur innsavnaðar seinasta ár, størsti parturin savnaður av Lions limum.

Lions hevur síðan stovnanina havt sjón sum eitt av sínum fokusøkjum, og hevur m.a. verið við at útvikla kenda hvíta blindastavin, útbúgva førarahundar, og hevur stovnsett eygnabankar og eygnasjúkrahús o.m.a.

Hvønn minutt verður eitt barn við sjónbreki føtt, so tørvurin er sera stórur, serliga í menningarlondunum.

Brillurnar ið koma inn verða sendar til produktionsskolen á Falster, har tær verða eftirhugdar áðrenn tær verða pakkaðar inn.
Skúlanæmingar sortera brillurnar, reinsa tær, mála styrkina og merkja tær.
Brotnar brillur verða sundurtiknar, skildar og sendar til endurnýtslu.

Á móttøkustøðunum úti í heimi, eru tað professionalir eygnalæknar og servand sjálvboðin ið syrgja fyri at móttakarin fær røttu brillurnar.

Í 2017 var Lions felagsskapurin 100 ár, og var sjón og brilluinsavning í fokus, tí velja Lions Vágar nú at gera eina roynd at savna brillur inn á Giljanestiltakinum.

Ein kassi verður settur upp í høllini á Giljanesi sunnudagin har fólk kunnu lata brúktu brillur sínar.