Altjóða hjálparfelagsskapurin, Læknar uttan Landamørk, er til staðar í Suðurafrika og ger eitt stórt arbeiði, bæði tá ið tað kemur til fyribyrging og hjálp til viðgerð fyri Covid-19 – millum annað við fíggjarligum stuðli úr Føroyum

Lions í Føroyum 50.000 til koppseting í Afrika

mentan26-02-2021 - 13:01 -

Saman við Lions Club í Danmark hevur Lions Club í Føroyum latið tilsamans eina góða millión krónur í stuðli, so fólk afrikansku londunum, Ghana og Suðurafrika, kunnu fáa skjótari koppseting, enn londini annars høvdu megnað.

Neyðhjálpargrunnurin hjá Lions Club í Føroyum og Danmark hevur gjørt av at stuðla avgreiðsluni av koppseting í afrikanska landinum, Ghana, og er talan um ein samlaðan stuðul upp á 525.000 krónur, harav føroyski parturin er 25.000 krónur. Pengarnir gera mun, tí Ghana fekk í dag sum tað fyrsta landið av fleiri illa støddum londum tilsamans 600.000 skamtar av koppingarevni. Talan er um eina søguliga hending.

Samstundis stríðist Suðurafrika í sínum lagi við at fáa tamarhald á suðurafrikanska variantinum av Covid-19, og har er altjóða hjálparfelagsskapurin, Læknar uttan Landamørk, til staðar og ger eitt stórt arbeiði, bæði tá ið tað kemur til fyribyrging og hjálp til viðgerð. Somuleiðis verður hetta ítøkiliga arbeiði stuðlað av Lions Club í Føroyum og Danmark, og eisini her er føroyski parturin 25.000 krónur av 525.000 krónum.

– Vit fegnast um, at vit eftir førimuni eisini kunnu rætta eina hjálpandi hond í londum, har tey hava brúk fyri hjálp og stuðli frá øðrum, tí tey ikki megna hetta sjálv, sigur Mortan Poulsen, økisformaður hjá Lions Club í Føroyum.

Fleiri mugu hjálpa

Tað er soleiðis, at meðan vit um okkara leiðir so líðandi fáa fleiri skamtar av koppingarevni fyri Covid-19, er støðan ein heilt onnur í eitt nú fleiri afrikanskum londum. Stjórnirnar í hesum londum hava ilt við at tryggja sær atgongd til koppingarevni, og tí er umráðandi, at altjóða felagsskapir og heimssamfelagið hjálpa til.

Sum liður í at tryggja rættvísa atgongd til koppseting í øllum heiminum, hevur UNICEF, sum er barnahjálpargrunnurin hjá ST, tikið á seg at tryggja keypi og veiting av koppingarevni, at stuðla tilbúgvingini í illa støddum londum og við koppsetingarskránni, COVAX, at stuðla avgreiðsluni av koppingarevni í 92 lág- og miðalinntøkulondum.

Lions Club, Læknar uttan Landamørk og UNICEF heita á feløg og fyritøkur um at stuðla fyribyrging, viðgerð og koppseting fyri Covid-19 í tí partinum av heiminum, har øll ikki megna hetta sjálv. – Gera vit ikki ein felags innsats fyri at niðurberja alheimsfarsóttina, kunnu vit øll verða rakt av nýggjum, verður sagt.