Lions Club Liljan latið peningagávu til Bú- og viðgerðarstovnin í Stoffalág 35

10-10-2018 - 07:43 - Jóanis Albert Nielsen

Lions Club Liljan, sum er annar av Lions clubbunum í Tórshavn, savnar javnan pening inn til vælgerandi endamál. Við jøvnum millumbilum verður hesin peningur latin útaftur til ymiskar verkætlanir og móttakarar, sum Lions Club Liljan ynskir at stuðla.

Hesaferð var tað so Bú- og viðgerðarstovnurin í Stoffalág 35, ið Lions Club Liljan vildi rætta eina hjálpandi hond og fingu tey 15.000 krónur at nýta til eitt infrareytt hitarúm.

Høvuðsendamálið á hesum stovni er, at tey ungu skulu fáa eitt so vanligt gerandislív sum gjørligt.Eitt lív, har tey í størst møguligan mun taka lut í samfelagnum.

Stovnurin er eitt nýbrot í Føroyum innan viðgerð til ung, í aldrinum 14 – 23 ár, við sálarligum trupulleikum, sum higartil einki serstakt tilboð hava havt.

Stovnurin hevur sum greitt endamál, at fleiri ungfólk við sálarligum trupulleikum, skulu klára seg í samfelagnum enn áður. Eitt ítøkiligt mál, sum starvsfólkið á stovninum hevur sett sær, er at tey í størst møguligan mun sleppa undan, at tey ungu verða innløgd á psykiatriska depilin, sigur Oddbjørg Johansen, sum er dagligur leiðari á stovninum, sum eisini fegnast um gávuna, ið Lions Club Liljan hevur latið.