Línubátarnir heim av Flemish Cap - Klakkur landar seinnapartin í Klaksvík

vinna07-02-2018 - 07:44 - Jóanis Nielsen

 Nú nærkast hjá línuskipunum, sum hava verið á Flemish Cap.

Klakkur verður á Klaksvík um middagin, teir skulu landa seinnapartin.

Eivind kemur á Kollafjørð í kvøld.

Kambur, Stapin og Ågot verða heima í nátt og í morgin.

Skipini hava havt gott veður á heimleiðini..