Nýggjastu


LINDIN Í 18 ÁR - nógv fólk í Østrøm

mentan10-02-2018 - 18:00 - Jóanis Nielsen

Nógv virksemi var næstseinasta leygardag 27. januar. Kristiliga kringvarpstøðin Lindin feiraði 18 ára dagin við beinleiðis sending úr hølunum hjá Østrøm í Havn. Holocaust-minningarhald var í Løkshøll í Runavík, og seinni um kvøldi var almennur kunningarfundur um hjálparfelagsskapin Mercy Ships, eisini í Løkshøll.

_________

Leygardagin 27. januar rundaði kristiliga kringvarpsstøðin LINDIN 18 ára dagin. Dagurin varð hildin sum ein stuðulsdagur við drúgvari skrá í Østrøm í Rættará í Havn, har byrjað var at senda beinleiðis frá kl.13:00, og hildið varð á til kl.23:00, tá høvuðsvinningurin varð trektur, sum var ein ferðaseðil upp á 30.000,00 krónur.

Til tess at stuðla Lindini fíggjarliga vóru fleiri stórir vinningar útlutaðir ígjøgnum dagin, sum fyritøkur hava givið. Kendir føroyskir listamálarar, so sum Øssur Mohr, Sámal Toftenes og Petur Prent, høvdu donera málningar, sum vórðu seldir á uppboði undir føðingardagshaldinum. Allir málningarnir vórðu seldir og góvu teir í alt 55.000,00 krónur. Eisini sótu fólk við telefonirnar at taka ímóti boðum frá stuðlum, sum ynsktu at flyta eina upphædd á kontu hjá Lindini. Tór Arni Samulesen, sum hevur arbeitt í Lindini í mong ár, sigur, at 42 nýggir stuðlar meldaðu seg á stuðulsføðingardegnum.

Føðingardagsgestirnir, sum vóru fleiri enn undanfarnu ár, komu og fóru ígjøgnum allan dagin. Gestirnir kundu njóta ein góðan bita saman við góðum tónleiki, borin fram av tónleikarum sum Ólavur á Váli Olsen, Magni Christiansen og øðrum.

FRAMTÍÐARÍLØGUR

Lindin hevur sum mál at gera íløgur i upptøku- og sendihølir í enn fleiri støðum í landinum, so sum Suðuroy og í Vágunum, og leiðslan í Lindini vónar, at stuðulsdagurin á 18 ára degnum hevur givið so mikið, at hetta skjótt kann gerast veruleiki. Lindin sendir í dag alt døgnið, og røkkur 90 % av landinum.