Liljan: Okkara sterkasta vápn er viljin til at vinna

ítróttur21-02-2019 - 14:06 - Jóanis Albert Nielsen

Leygardagin klokkan 13:30 spæla VÍF og Kyndil steypafinaluna í hondbólti hjá kvinnum. Liljan Djurhuus frá VÍF hevur svara nøkrum spurningum í sambandi við finaluna.

Sí eisini: Hesar hava fingið flest mál í steypakappingini.

Hvat væntar tú tær av finaluni? 

- Eg vænti eina spennandi finalu, har bæði liðini geva sítt til at vinna dystin. 

Hvat skal rigga hjá tykkum fyri at tit skulu vinna? 

- Vit skulu hava eina góða verju, samstundis skora uppá okkara skotmøguleikar. Vit skulu spæla upp til okkara besta. 

Hvat er sterkasta vápni hjá tykkum? 

- Okkara sterkasta vápn er viljin til at vinna, um viljin ikki er tilstaðar kann alt gera tað sama. Saman við viljanum hava vit góðar leikarar á øllum plássum, og tað er eitt gott vápn at hava, um onkur leikari ikki slær til. 

Hvat er sterkasta vápni hjá mótstøðuliðnum og veikasta? 

- Kyndil er uttan iva eitt gott lið við nógvum góðum leikarum. Tær hava skotstyrki útifrá, gott pressspæl, góðar gjøgnumbrotsspælarar og um vit gera feilir, eru tær góðar at straffa við skjótálopið. 

Hvat endar dysturin við? 

- Torført at meta um, seinastu dystirnir hava verið sera javnir ímóti Kyndli. Men eg vóni og vil at vit skulu enda sum steypavinnarar, men hart arbeiðið skal til. 

Eru allar tøkar?

- Allir spælararnir eru tøkir til dystin, og vit eru spentar til eitt brak av einum dysti leygardagin.