Likka á Hillingartanga

Mentan08-02-2018 - 21:17 - Jóanis Albert Nielsen

Ì dag var ein likka at síggja á Hillingartanga í Sandavági, likkan kemur vanliga ikki fyrrenn í apríl mánaða.

Seinnu árini eru einstakar likkur sæddar í vetrarhálvuni, í fjør var ein á Viðareiði í oktobur og naka út í novembur.

Eisini í Ìslandi síggjast einstakar likkur í vetrarhálvuni.

Flestu likkurnar eru í vetrarvist fram við vesturstrondini í Suður Europa og Norður Afrika.

Orð og mynd: Rodmund á Kelduni