Liðkappingin í dart

ítróttur11-03-2018 - 13:55 - Jóanis Nielsen

Síðsta umfarð í liðkappingini í dart var spælt fríggjakvøldið/leygardagin.

Havnar Dartfelag 1 hevði undan síðsta umfari longu tryggja sær FM-heitið, meðan spenningur framvegis var um hini heiðursmerkjaplássini.

Klaksvíkar Dartfelag vann báðar sínar dystir í síðsta umfari og fekk silvur, meðan Vága Dartfelag, ið eisini vann báðar sínar dystir, fekk bronsu.

Úrslitini í síðsta umfari vóru hesi:

HDF 1 – D16 9-0

KDF – D16 9-5

KDF – HDF 1 9-4

VDF – HDF 2 9-6

VDF – Pílar & skot 9-3

HDF 2 – Pílar & skot 9-8

Team Sandoy – HDF 3 9-0 (uttan dyst)

ADF – HDF 3 9-0 (uttan dyst)

ADF – Team Sandoy 9-4

Endaliga støðan í liðkappingini:

Sett
Lið Dystir Vunni Tapt Vunnin Tapt Sett munur Stig
Havnar Dartfelag 1 16 14 2 138 71 67 28
Klaksvíkar Dartfelag 16 12 4 130 88 42 24
Vága Dartfelag 16 11 5 129 106 23 22
Argja Dartfelag 16 9 7 115 100 15 18
Team Sandoy 16 7 9 99 119 -20 14
Havnar Dartfelag 3 16 6 10 94 121 -27 12
D16 16 5 11 100 127 -27 10
Havnar Dartfelag 2 16 5 11 94 130 -36 10
Pílar & Skot 16 3 13 99 136 -37 6