Liðkapping í dart

ítróttur09-03-2020 - 09:16 - Jóanis Nielsen

 

Síðsta umfarð í liðkappingini í dart var spælt í Klaksvík leygardagin.

Havnar Dartfelag 1 hevði undan síðsta umfari nærum tryggja sær FM-heitið, meðan spenningur framvegis var um hini heiðursmerkjaplássini.

Vága Dartfelag vann sannførandi dystin móti Argja Dartfelag og tryggjaði sær silvur. Hetta førdi við sær, at dysturin millum Pílar & Skot og D9 var ein beinleiðis uppgerð um bronsuna. Pílar & Skot kom á odda 2-0, men so vendi dysturin og D9 vann trygt 9-3 og fekk harvið bronsu.

Úrslitini í síðsta umfari vóru hesi:

Pílar & Skot - Klaksvíkar Dartfelag              9-3

Argja Dartfelag - Vága Dartfelag 0-9

Pílar & Skot - D9                                3-9

Argja Dartfelag - Klaksvíkar Dartfelag       8-8

Havnar Dartfelag 1 - Havnar Dartfelag 2  9-2

 

Endaliga støðan í liðkappingini:

Sett

Lið

Dystir

Vunnið

Javnleik

Tapt

Vunnin

Tapt

Settmunur

Stig

Havnar Dartfelag 1

6

5

1

0

53

28

25

11

Vága Dartfelag

6

4

1

1

48

27

21

9

D9

6

3

1

2

41

39

2

7

Argja Dartfelag

6

2

1

3

38

39

-1

5

Pílar & Skot

6

2

1

3

39

45

-6

5

Klaksvíkar Dartfelag

6

1

1

4

39

44

-5

3

Havnar Dartfelag 2

6

1

0

5

16

52

-36

2