Líðhamar hevur gjørt góðan snellutúr við Ísland

vinna09-07-2017 - 13:10 - Jóanis Nielsen

Líðhamar kemur undan Íslandi, teir koma á Klaksvík um 19-tíðina í kvøld. Líðhamar hevur roynt við snellu undir Eysturlandinum, teir hava 70.000 pund, meginparturin er upsi.

Teir landa á Kósini í morgin.

Tað eru 5 mans við Líðhamri, skipari er Petur Svøðstein.

Vit tosaðu umborð í morgun, Petur sigur, at teir fara ein túr afturat til Íslands, tá ið farið verður nýggjan túr.