Mynd: Sverri Egholm/portal.fo

LGBT fegnast um einar javnrættari Føroyar

Mentan30-05-2017 - 21:02 - Jóanis Albert Nielsen

Hósdagin, 1. juni, hevði Róland Samuelsen, sáli, havt føðingardag eins
og 6 ár eru liðin, síðani LGBT Føroyar rørslan varð sett á stovn. LGBT
Føroyar hevði ynskt, at føroyska lóggávan langt síðani hevði givið
samkyndum borgarum innivist. Men um fyrilit verður tikið fyri, hvussu
leingi føroysk samkynd hava verið noydd at liva á skuggasíðuni av
føroyska samfelagnum, so fegnast rørslan um, at tað “einans” tók 6 ár
at røkka einum av høvuðsmálunum, ið rørslan setti sær fyri at røkka, á
stovningardegnum í Posthúskjallarinum. Nevniliga at loyva samkyndum at
gifta seg borgarliga í Føroyum.

Týðandi dagur fyri alt samfelagið
Ferðin hjá rørsluni hevur verið lang, hørð og tíverri ofta sera
pínufull, men í síðsta enda, var hon tað verd. Tí 1. juli 2017 fara
fyrstu samkyndu pørini væntandi at kunnu gifta seg borgarliga í
Føroyum, og verða tey sostatt umsíðir javnsett við hinskynd pør í
egnum heimlandi. Hetta er stórt. Hetta er søguligt. Hetta er týðandi.
Ikki bara fyri okkum LGBTarar, sum nú sleppa at gifta okkum við tí,
vit elska, men eisini fyri okkara avvarðandi, komandi ættarlið og ikki
minst fyri eitt enn rúmligari og litríkari føroyskt samfelag.

LGBT hevur mongum at takka
LGBT Føroyar vil fegin nýta høvið at takka fyrstu samkyndu
føroyingunum, ið gingu á odda og tordu at koma út úr skápinum og
traðka fram í almenna ljósið. Síðani vilja vit takka gamla
Friðarboðanum og teimum, ið stovnaðu LGBT Føroyar á sinni og síðani
hava bartst uttan íhald fyri okkara javnrættindum.

Takk til tey progressivu ungmannafeløgini og Amnesty International
Føroyar, sum frá fyrsta degi hava gingið á odda og víst eldra
ættarliðnum, hvussu tey ynskja at framtíðar Føroyar skulu myndast.

Stóra takk til teir politikkarar, ið tordu at stuðla okkum alment,
áðrenn tað gjørdist “vanligt”. Stóra takk til teir politikkarar, sum
við reistari pannu hava tosað okkara søk allar tær 9 ferðirnar
hjúnabandslógin hevur verið viðgjørd á løgtingsrøðarapalli. Takk til
tykkum, sum atkvøddu fyri málinum, ta ferðina tað fall, eins og tær
ferðirnar tað varð viðtikið. Serlig tøkk til uppskotsstillarnar, og
ikki minst Sonju J. Jógvansdóttir, sum saman við øðrum rættvísum
fólki, hevur verið okkara verndareingil á Føroya Løgtingið.

Takk til okkara limir, stuðlar, fyrrverandi nevndarlimir og túsundtals
hinskynd viðhaldsfólk. Til øll, sum hava lutttikið á Faroe Pride, og
teir mongu tónleikarnar, sum púra ókeypis hava sungið og spælt okkum á
mál. Stóra takk fyri øll somul. Dagurin í dag, hevði aldrin upprunnið
uttan tykkum øll.

Rørslan er ikki komin á mál enn
Hóast vit í dag kunnu fegnast um, at hjúnabandslógin endaliga er
broytt, so er enn langt á mál hjá LGBT rørsluni. Størri heilsukanning
hjá rørsluni vísir eisini, at LGBTarar hava í miðal munandi verri
sálarliga heilsu enn aðrir samfelagsbólkar. Hetta fer nevndin at gera
nakað við. Sálarlig heilsa og -trivnaður hjá føroyskum LGBTarum verða
tí sett í miðdepilin komandi tíðina.

Hátíðarhalda søguligan sigur í Sirkus við Teiti
Í samband við, at hjúnabandslógin endaliga er broytt og viðtikin,
skipar Sirkus Føroyar fyri serligum hugnakvøldi í kvøld. Tað byrjar
kl. 20.00 við, at Sonja J. Jógvansdóttir, løgtingskvinna, heldur røðu.
Síðani spælir Teitur nøkur løg, og eftir tað diskar Abac House1 vinyl
fyri rest. Øll eru hjartaliga vælkomin í Sirkus at feira kærleikan og
vunnin javnrættindi.