Leygardagsskúli í Nólsoy

tíðindi18-02-2014 - 19:09 - Jóanis Nielsen

Í fleiri ár hevur Nólsoyar skúli skipað “leygardagsskúla”. Ymiskt er hvørji evni verða tikin fram, men felags fyri tiltøkini er, at næmingar og foreldur arbeiða og hugna sær við onkrum, ið tilknýti hevur til skúlan. Samstundis er hetta gylt høvi hjá foreldrum at fáa serligt innlit í skúlaumhvørvið, barn teirra ferðast í.

Seinasti leygardagsskúlin varð fyriskipaður 1. februar í ár við evninum “Fuglar”. Í samskifti við Jens-Kjeld Jensen, vórðu fuglar valdir úr ríka savninum, Nólsoyar skúli hevur í varðveitslu. Savnið fevnir um 50 fuglar og 5 onnur útstappað djór.

Dagurin byrjaði við morgunsangi og rørslu. Síðani greiddi Jens-Kjeld Jensen frá tjaldri, lunda, likku, fiskamása, svartbaka, ternu, stara og drunnhvíta. Jens-Kjeld legði dent á eyðkenni, ferðamynstur og ymsum atburði, ið hesi fuglasløg hava og endaði framløguna við áhugaverdum hugskoti til starahús við innbygdum films-tóli. Næmingar og foreldur fingu sjálvandi høvi at seta Jens-Kjeld spurningar og svaraði hann greidliga, at øll fingu væl burturúr.

Síðani varð farið í skúlastovurnar, har lærarar, við samvirknu talvum, slóðaðu næmingar og foreldur inn á Snar.fo, at øll fingu innlit í skipanina “Fuglar”. Vónandi gevur hetta onkrum hug eisini at vitja heimasíðuna eftir skúlatíð.

Annar týdningarmikil partur í slíkum tiltaki er, at øll savnast um búgvið kalt borð. Hendan matarløtan, har næmingar, foreldur og lærarar eta saman, hevur avgjørt týdning fyri trivnað og samstarv. Óformella løtan, har prátað verður um leyst og fast, samstundis, sum øll eru í skúlaumhvørvinum, er av sera stórum týdningini í samstarvinum millum heim og skúla. At Nólsoyar skúli kann bjóða næmingum og foreldrum at sessast í matarhøll, er sjálvsagt eisini ein dýrgripur, ið hevur týdning í skúladegnum.

Lærararnir høvdu skipað uppgávuheftið, ið nevnt varð “Fuglafagnaður”. Hetta við atliti at frálíku tiltøkunum – “Savnsfagnaður” – har Nólsoyar skúli hevur notið nógvar góðar løtur. Uppgávurnar snúðu seg um at leita eftir svari í fuglasavninum og fuglabókum.

Slíkan dag ræður eisini um at skipa góðan enda. Tí vórðu spøl fyrireikað í fimleikahøllini. Spøl, ið knýttu seg til fuglar, samstundis sum neyðugt varð at nýta hugflog og minni. Nú vit nærkast føstulávint, varð eisini farið upp á gólv.

Seinast í skránni ein slíkan fjølbroyttan skúladag er at eftirmeta. Hesa løtu fáa lærarar innlit í fyrstu reaktiónina frá næmingum og foreldrum, samstundis sum høvi er at práta um hugskot til leygardagsskúlar frameftir.

Burturúr eftirmetingini er greitt, at evnið og innihaldið, hóskaði væl – samstundis sum tað hevði stóran týdning, at Jens-Kjeld Jensen, við sínum kunnleika, greiddi ítøkiliga frá ávísum fuglum. Tað verður altíð ein avbjóðing at finna javnvágina í framløgu, tá ið talan er um luttakarar frá 1. flokki til foreldur, og tí er gott at tíð er sett til spurningar.

Nólsoyar skúli fegnast um hendan møguleikan at samstarva og takkar næmingum og foreldrum fyri góðan og arbeiðssaman dag, skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðu síni.