Nýggjastu


Leivur er ikki í iva, KÍ vinnur í Sørvági

ítróttur12-04-2018 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Leivur Frederiksen:

07 Vestur - KÍ 2

Soleiðis sum gongdin er í løtuni, so er hetta ein tryggur sigur til gestirnar. KÍ er sera væl fyri, og eg má taka hattin av fyri tí arbeiðnum, sum teir hava gjørt í fyrireikingunum í vetur. Eg helt, at teir møguliga fóru at fáa avbjóðingar av at hava skift fitt av fólki, men nýggju spælararnir síggja út til at finna seg sera væl í spælskipanini. Verri sær út hjá 07 Vestur. Venjarin hjá teimum, Pauli Poulsen, plagar at vera garantur fyri einum vælskipaðum liði, men higartil tykjast teir ikki at hava funnið stevið. Tað skulu teir finna, um teir skulu hava ein livandi kjans móti klaksvíkingum. Hetta er ein upplagdur útisigur. 0-2.

Les meira her.