Leitingin gav ikki úrslit

12-01-2019 - 16:57 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár var ein ferðamaður farin út til Fugloyar við tyrluni, og skuldi hann inn aftur við Rituni seinni um dagin. Ferðamaðurin hevði givið fólki í Fugloy eitt telefonnummar.

Tá ið Ritin skuldi fara innaftur úr Fugoynni var eingin maður at síggja, fólk royndu at ringja á nummari hann hevði upplýst, men einki samband var við telefonina.

Tað var ikki veður at seta leiting í verk á landi í gjárskvøldið, so síðani í morgun hava fólk frá løgregluni við hundum og staðkendum fólkum leita eftir ferðamanninum. Eisini hevur verið leita á sjógvi, og tann leitingin byrjaði í gjárskvøldið, men hóast stóra leiting so er maðurin ikki funnin enn.

Leitingin er fyribils steðga, og nú verður støða tikin um hvat skal gerast.