Leiðsla á breddan í Norðurlandahúsinum

16-01-2020 - 20:00 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið verður helst føroya størsta leiðsluráðstevna í Norðurlandahúsinum. Talan er nevnliga um GLS ráðstevnuna, sum verður hildin tólvta árið á rað.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar. Ráðstevnan er ætlað øllum leiðarum og eisini eru løtur settar av til netverkan.

Tólv røðarar verða á ráðstevnuni, harav tveir føroyingar - Janus Thomsen, ið er stjóri á P/F Effo og Páll Isholm, rektari á Miðnámi í Kambsdali.

Tíggju fyrilestrar verða vístir á stórskíggja við m.a. Craig Groeschel, Bear Grylls, Liz Bohannon, Jason Dorsey, Patrick Lencioni og DeVon Franklin. Hesir verða allir týddir til føroykst.

Fyrireikarnir vænta ein fullan sal og siga at framvegis eru nøkur tøk pláss eftir.