Leiðreglar fyri góðan fjølmiðlasið

mentan30-03-2017 - 13:40 - Jóanis Nielsen

Her eru nakrar reglur i leiðreglunum fyri góðan fjølmiðlasið. ISO situr/sat í nevndini sum heldur eygunum við hesum. Sjálvt innihaldi í hesum kann gott yvirførast til um hann arb. fyri FF ella Tjóðveldi:

2. Integritetur og ábyrgd 2.1 Tað áliggur øllum fjølmiðlum og tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka innihaldið. 2.2 Fjølmiðlafólk eiga ikki at átaka sær uppgávur, arbeiði, búskaparligar ella aðrar bindingar, ið kunnu skapa iva um, hvat endamálið er við kunningaruppgávuni. Tey eiga ikki at koma sær í støður, har ivi kann sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí einstaka fjølmiðlafólkinum. 2.3 Fjølmiðlafólk eiga ikki at misnýta sína støðu til egnan fyrimun. 2.4 Fjølmiðlafólk eiga at sleppa undan uppgávum, sum stríða ímóti teirra samvitsku ella sannføring, ella sum stríða ímóti góðum fjølmiðlasiði.

Sum fakfelagsformaður skal Jan hugsa um felagið og limirnar.

Strategisk er tað ikki smart at framsøgumaðurin hjá politiskum flokki, sum arb við at broyta sjálvt grundarlagið undir lívinum hjá limunum, situr og er spinndoktari hjá felagnum. Og tað er líkamikið um ISO politiskt er á somu linju ella ikki sum FF. Tað er eisini líkamikið um vit hava verið glaðir fyri hann í FF ella ikki.

Samanblandingin gevur hinum flokkunum, reiðarunum og "andstøðuni" hjá FF meir krút, og tey kunnu vísa á «politiska korrupsjón».

Sjálvur havi eg ikki havt nakað at fílast á, viðvíkjandi arbeiði hjá ISO sum skrivstovufólk á FF, men eftir eg hoyrdi Formannin í ÚF í gjár, hvar hann greiddi frá støðu felagsins í samband við fiskivinnunýskipanina, haldi eg meg hava alla orsøk at tala at. Sjálvur hevði eg onki sæð ella hoyrt til nakað hoyringsskriva frá FF.

Eg skrivaði til Formannin fyri at fáa hann at senda mær eitt avrit av hoyringsskrivinum. Tað kundi hann ikki.

Eisini spurdi eg hann hvør hevði viðgjørt hoyringsskrivið? Svarið var "nevndarsamtykt".

Til seinast spurdi eg hann hvør hevði skrivað hoyringssvarið hjá FF? Tað kundi hann ikki svara uppá!!

Sum stórur frástøðumaður til fyriliggjandi Fiskivinnunýskipanaruppskot, haldi eg meg hava alla orsøk at stúra. Er tað veruliga so gali, at ISO hevur ført pennin í einum hoyringssvarið, uttanum nevndina, ella í hvussu so er partar av nevndini, í einum máli sum er lívsgrundarlagið fyri limir felagsins, -sum mær vitandi ongin teirra tekur undir við- til gagns fyri egin politisk áhugamál?

--

Sincerely

Mortan G Berjastein