Lea Kampmann gevur út sína fyrstu EP

mentan12-10-2017 - 09:24 - Jóanis Nielsen

 Lea Kampmann vaks upp í Keypmannahavn, har hon var uppdrigin við klassiskum tónleiki í heiminum. Í teenageárunum vaks kærleikin fyri sangskrivingini, og spakuliga flutti hon seg frá klassisku verðini til tað rútmisku. Tá Lea var liðug í student flutti hon aftur til heimland hennara, Føroyar. Her fann hon inspiratiónina til at skriva enn meir. 

Nú gevur Lea Kampmann fyrstu EP sína, Common Blue, út á Tutl Records. Við bleytari rødd, abstraktum, tó erligum, tekstum og einum atmosferiskum, dream-popp ljóðuniversi, breiður Common Blue seg út fyri lurtarinum. Tey fimm løgini flyta seg ígjógnum evni sum fánaður kærleiki, innari órógv og nærvera millum menniskju, tá tey deila sínar lagnur. Common Blue lýsir marknalandið millum barndómsins gøtur og framtíðarinnar loyndarmál. 

Spæld inn í Bloch Studio, Tórshavn 2016, er ein melankolsk, indie, dreampop EP kreerað. Við íblástri frá fjøllunum, og stillum, gráum døgum miðskeiðis í Altanshavinum, verður innara lívið í ungu listakvinnuni vakt til lívs. Til sjóndar koma fimm innarligir sangir, ið eru knýttir hvør at øðrum, men sum tó hava sítt egna lyndi, styrki og dám. 

Blátt er ein lítiðlátin litur. Nostalgisk og full av longsli. Í andstøðuni millum ljós og myrkri, leitar hon vónrík eftir friði. Í bláa litinum býr eitt ynski um at fylgja síni innaru rødd. Eitt klossut møti við kærleikan. Ein vón um at læra at vera tann, sum elskar mest. Kenslan av at vera yvirtikin av onkrum ið er størri enn ein sjálvur. At verða blakaður í undirstreymin og royna at berja seg upp aftur til yvirflatuna, men ikki vera sterkur nokk. Lættin, tá ein bara letur streymin bera ein á mál. At søkka í felagsbláu órógvina. At kenna at tá órógvin er felags, ber til at hon broytist til hvíld.