Langtíðarætlanir ístaðin fyri virknan konjunkturpolitikk

vinna21-09-2020 - 15:49 - Jóanis Nielsen

Vinnuhúsið:

Í ár hevur korona sett stórar partar av føroyska samfelagnum í undantaksstøðu. Fyribils hálparátøkini at bøta um støðuna hjá ringast raktu vinnugreinunum eru ikki varandi og fara sostatt helst ikki at nerva almennu útreiðslurnar í 2021. Tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag framvegis fast við tilmæli síni um langtíðarætlanir við langtíðarhaldføri ístaðin fyri virknan fíggjarpolitikk. Tað verður tískil eisini neyðugt at fáa tamarhald á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum.

Vøksturin í altjóða búskapinum varð brádliga vendur á høvdið av koronafarsóttini, sum spjaddi seg um allan heimin tíðliga í hesum árinum. Koronafarsóttin hevur skapt størsta hóttafallið, ið er skrásett í altjóða búskapinum í nýggjari tíð, og í løtuni eru framtíðarútlitini óviss.

Tey flestu eru tí farin at venja seg við ein nýggjan veruleika, har hóttanin frá koronafarsóttini verður ein natúrligur partur av gerandisdegnum í nærmastu framtíð, so leingi eingin vaksina ella heilivágur er funnin ímóti sjúkuni.

Hetta er veruleikin, nú politiska skipanin fyrireikar fíggjarlógaruppskotið fyri 2021.

Fíggjarmálaráðið metir, at koronafarsóttin kemur at ávirka úrslit landskassans skeiva vegin í ár, men hetta árið hevur verið heilt serligt við hjálparátøkum og hjálparpakkum av ymsum slag, tí stórir partar av samfelagnum hava verið í undantaksstøðu.

Hjálparátøkini eru ikki varandi, og eiga sostatt ikki at ávirka úrslit landskassans í 2021.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað hevur víst seg at borið illa til at reka virknan fíggjarpolitikk í Føroyum, tí tað kann vera stutt ímillum knøppu sveiggini í føroyska búskapinum, samstundis sum fíggjarpolitikkurin hevur langa bremsilongd og er tungur at stýra.

Land og kommunur hava sum oftast spælt við konjunkturunum, har almennu útreiðslurnar hækka nógv í góðum tíðum fyri so at spara aftur í verri tíðum, og seinastu árini hava ikki verið nakað undantak í so máta við stórum vøkstri í almennu útreiðslunum.

Tað fer tí at krevja gott politiskt handalag og dugnasemi at stýra føroyska samfelagsbúskapin frameftir, soleiðis at tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum, uttan at land og kommunur høgga bremsurnar í, nú framtíðarútlitini eru so óviss.

Politiska avbjóðingin verður at leggja skilagóðar framtíðarætlanir fyri, hvussu føroyska samfelagið skal mennast og útbyggjast, við støðugari ferð, fleiri ár fram í tíðina. Hetta er ein tann størsta fíggjar­politiska avbjóðingin í løtuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur framvegis fast við síni tilmæli um almennar langtíðarætlanir við langtíðarhaldføri, ístaðin fyri virknan fíggjar­poli­tikk, nú tað yvir fleiri ár er staðfest, at tað tað ikki hevur borið til at reka fíggjarpolitikk, sum javnar konjunk­turarnar í føroyska samfelagsbúskapinum. Heldur tvørturímóti.

Hóast tilmælini einki hava við koronafar­sóttina at gera, so hava almennar langtíðarætlanir ikki minni týdning, nú koronafarsóttin skapar so stóra óvissu um fram­tíðar­útlitini. Almennar langtíðarætlanir kunnu taka ringasta broddin av óvissu fram­tíðar­útlitu­num.

Sí annarsfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um føroyska búskapin her.