Landsverk og snilda framtíðin

15-11-2019 - 16:42 - Jóanis Albert Nielsen
Landsverk: Tá allir ætlaðir tunlar eru gjørdir, og 99 prosent av bústaðarøkjunum eru knýtt saman, verður fatanin av Føroyum sum oyggjasamfelag væl øðrvísi, enn hon er í dag. Tá ber í veruleikanum til at síggja landið sum ein bý. Millum annað hetta vísti Sigurd Justinussen, planleggjari og landafrøðingur á Landsverki, á, í framløgu síni á ráðstevnuni, Snilda framtíðin, sum var hildin í Sjóvinnuhúsinum í síðstu viku.

Sandoyartunnilin er longu væl ávegis, og tá Suðuroyartunnilin eisini er komin, eru heili 99 prosent av borgarunum í Føroyum knýttir saman við føstum vegasambandi.

Fatanin tá av Føroyum sum oyggjasamfelag verður ivaleyst øðrvísi, enn hon er í dag. Hetta segði Sigurd Justinussen, sum er planleggjari á Landsverki, undir framløgu síni á ráðstevnuni undir heitinum, Snilda framtíðin, ella Smart Cities in the Artic. Ein ráðstevna, sum Hugskotið, Fróðskaparsetur Føroya og Tórshavnar kommuna í felag skipaðu fyri mikudagin og hósdagin í síðstu viku.

Tøknilig frambrot í samferðslukervinum hava stórar broytingar við sær, tí flytførið broytist nógv, og hesum má vegakervið fylgja við í og tillaga seg eftir. Júst her eru vit á einum vegamóti, hvat tøkni viðvíkur. Hóast ikki nógv útbreidd enn, so finnast longu sjálvkoyrandi akfør. Vit eru inni í fjórðu ídnaðarkollveltingini, har telduskipanir kunnu samskifta við hvørja aðra, og í framtíðini fara eisini bilar at kunna samskifta við hvønnannan.

- Framleitt vit og skil í robottum ger, at framleiðsla og veiting av tænastum verða meira og meira sjálvvirkandi. Summastaðni eru sjávvirkandi bilar longu veruleiki, men eru tó enn á royndastigi. Vit mugu rokna við, at vit skjótt mugu fara undir at tillaga føroysk viðurskifti til hesar framtíðartøkniligu broytingarnar, segði Sigurd Justinussen.

Tillagingar av vegakervinum
Í hesum sambandi er líka so greitt, at tillagingar mugu gerast á vegakervinum, hóast tað enn ikki kann gerast nøkur ávís niðurstøða um, júst hvørjar hesar verða.

Sigurd Justinussen vísir á, at skiftandi veðurlagið og eitt avbjóðandi vegakervi við nógvum smølum vegum, kann fara at vísa seg av vera ein avbjóðing fyri sjálvkoyrandi akfør, tí tað verður nógv torgreitt dátutilfar hjá bilunum at handfara.

Tað eru fleiri fyrimunir við sjálvvirkandi bilum. Eitt nú at bilarnir samskifta hvør við annan, soleiðist at teir hava góða bremsutíð og kunnu boða hvørjum øðrum frá, hvussu veðurlíkindini eru, og um aðrar forðingar eru á vegnum.

Framkomnu bilarnir hava skjótari reaktiónstíð enn menniskju og kunnu bremsa nógv skjótari og sleppa undan nógvum óhappum, sum annars kunnu henda, um ein førari situr við róðrið.

- Talið av óhappum, har menniskjan hevur ein leiklut, er 99 prosent, og hetta talið kann væntast at verða null við sjálvkoyrandi bilum. Fólk fara heldur ikki at seta onnur í vanda við at koyra rúsaði ella sovna í bilinum. Roknast má við, at ferðslureglurnar verða hildnar, og bilar fara ikki at standa skeivt parkeraðir. Hetta eru nakrir aðrir av fyrimununum.

Avbjóðingar við sjálvkoyrandi bilum
Sigurd Justinussen vísti eisini á avbjóðingar við sjálvkoyrandi akførum, og setti millum annað hesar spurningar:

- Hvør hevur til dømis skuldina av einum ferðsluóhappi, um eingin persónur hevur koyrt akfarið? Fara fólk at ferðast meira, ella vilja fleiri ynskja frælsi í sínum egna flytføri? Fara fólk at taka nýggju tøknina til sín og eitt nú tora at seta børn síni í ein sjálvkoyrandi bil? Fara fólk at ræðast møguleikan fyri, at bilarnir kunnu verða hakkaðir? Um sjálvvirkni gerst lættari tøkt og bíligari, kann tað gerast trongligari á vegunum? Tá bilførarar verða spardir burtur, kann tað ikki væntast, at eftirspurningurin verður hægri? Farar vegirnir at fyllast við tómum bilum, so háferðslutíðin fer at breiða seg yvir allan dagin, eins og økja um náttarferðsluna?

Planleggjarin á Landsverki vísti á, at tað longu finnast snildar skipanir í føroysku ferðsluni. Eitt nú ferðslustýringarskipanin við tunlarnar Norður um Fjall.

Fyri at tryggja, at fleiri stór akfør – lastbilar og bussar – ikki møtast í tunlunum, er sett ein sonevnd klók ferðslustýring við ferðsluljósum uttan fyri tunlarnar har norðuri. Skipanin tekur fyrst og fremst atlit at tungu ferðsluni. Hon virkar soleiðis, at tá eitt akfar, sum er longri enn 6,20 metrar, fer inn í tunnilin, verður hetta skrásett. Upplýst verður tá í hinum endanum, at størri akfør ikki kunnu koyra inn í tunnilin.

Panelorðaskifti um snilda tøkni
Landsverk luttók í tveimum stuttum panelorðaskiftum undir tiltakinum ”Snilda framtíðin”. Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Infrakervi, varð spurd um, hvussu langt Landsverk er komið við snildari tøkni. Her vísti hon millum annað á, at Landsverk hevur tikið fleiri snildar loysnir í brúk fyri at gera tað lættari og tryggari at ferðast í Føroyum, eisini um veturin. Enn er tó ikki talan um nakra kollvelting, men meira eina stig fyri stig menning. Royndirnar eru góðar við teimum loysnum, sum eru settar í verk, og ætlanin er framhaldandi at taka sonevndar snildar loysnir í brúk, tá tað eitt nú kann gera hetta tryggari at ferðast. Stovnurin luttekur eisini í norðurlendskum samstarvi og fylgir væl við í, hvussu menningin er á hesum øki í okkara grannalondum.

Spurd um, hvar vit eru um 10 ár, og um vit øll fara at koyra í sjálvkoyrandi bilum, so væntar hon ikki, at tað fer at ganga heilt so skjótt við tí skiftinum. Men hon væntar, at menningin á økinum heldur fram, og fleiri og fleiri nýggjar loysnir vera og kanska eisini, at sjálvt ferðslumynstrið broytist.

Jón Sólsker, leiðari á Byggideildini, luttók í einum øðrum panelorðaskifti. Hann vísti á, at vit eru komin langt, tá ræður um nýggjar bygningar í Føroyum, har vit hava alla vanliga, tøka tøkni. Spurningurin kann tó vera, um tøknin altíð verður nýtt til fulnar, men tað er ikki mangul upp á tøkni, sum er forðingin hjá okkum. Í løtuni er umleið 50 prosent av elnýtsluni grøn, og hetta talið skal eftir ætlan vera 100 prosent í 2030.

Viðvíkjandi skráseting av orkunýtslu, er Landsverk frammaliga. Stovnurin ger brúk av eini orkustýringsskipan, ið savnar allar avlesingar í landsins bygningum hvønn tíma. Talan er bæði um el og olju. Upp á spurningin um, hvørjar býir og hvørji samfeløg, vit eiga at hyggja eftir, tá vi skulu finna snildar orkuloysnir til bygningar, sigur leiðarin á Byggideildini, at vit skulu fyrst og fremst gera okkara egnu royndir. Síðani skulu vit hyggja út í heim eftir, hvat kann økja um dygdina á okkara orkustýringum og harvið orkunýtslu.