Landsverk mælir til at gera Sandavágstunnil

politikkur08-02-2019 - 16:52 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár handaði Landsverk landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen, nýggju dagførdu samferðsluætlanina fyri Føroyar, nevnd “Samferðsluætlan 2018-2030.” Endamálið við eini slíkari ætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.

Í samferðsluætlanini sæst, at Landsverk mælir til at gera ein Sandavágstunnil

NÚVERANDI STØÐA 

Verandi vegur frá landsvegnum oman fyri Fútaklett til Vatnsoyrar er 14,2 km langur, meðan vegurin frá Fútakletti til Sandavágs er 6,3 km langur. Á teininum frá Vágatunlinum til flogvøllin eru tveir høvuðstrupulleikar hjá ferðsluni. Tann fyrri er um Sandavágsháls, har vegurin liggur høgt (220m) og er brattur, og tann seinni er trupulleikin at koyra ígjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági. Í 2017 var ársmiðalferðslan í Vágatunlinum 1.625 akfør um samdøgrið. Millum Sandavág og Miðvág var gerandisferðslan 4.000 bilar, og millum Miðvág og Vatnsoyrar var gerandisferðslan um samdøgrið 3.100 bilar. Um árskiftið 2018 búðu 2.015 fólk í Sandavági og Miðvági, og 1.202 í bygdunum vestan fyri Miðvág; t.e. tilsamans 3.217 í oynni. Øll ferðsla til og av flogvøllinum fer eisini hendavegin, sum er ein høvuðsferðsluæðr.

MØGULIGAR LOYSNIR:

Loysn 1

SANDAVÁGSTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs, har syðri tunnilsmunnin er í 100 metra hædd. Tunnilin er 3 km langur, og tað er ikki stórvegis vegagerð, ið skal gerast. Ferðslan er væntandi tann sama sum í Vágatunlinum, 2.300 akfør um samdøgrið. Fjarstøðan millum Fútaklett og Sandavág styttist við 1,4 km. 

Umkoyringarvegur um Sandavág og Miðvág er eisini verdur at hyggja eftir. Hann er 5,5 km langur og kostar 110 mió. kr. Tá fer gjøgnumgangandi ferðslan uttan um bygt øki. Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar við umkoyringarvegnum styttist við 2,3 km. 

Ein annar møguleiki enn ein umkoyringarvegur er at gera ein tunnil norðan fyri Sandavág til vestan fyri Miðvág. Teinurin er 4 km og fer at kosta 320 mió. kr. 

Ein tunnil norðan fyri Miðvág væntast ikki at lætta um ferðsluna gjøgnum bygdina so mikið sum ein umkoyringarvegur vildi gjørt. Tí verður ikki mælt til at gera tunnil um Miðvág. 

Sí linjuføringina á kortinum. 

LOYSN 2 

VATNSOYRARTUNNIL: Tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Vatnsoyrar. Báðir munnar eru undir 100 metra hædd, og tunnilslongdin 6 km. 

Tunnilin væntast at hækka um ferðsluna eitt vet, tí teinurin úr Vágatunlinum til Sørvág styttist. Tað væntast at koyra 3.200 bilar um samdøgrið gjøgnum ein Vatnsoyrartunnil. 

Fjarstøðan millum Fútaklett og Vatnsoyrar styttist við 6,9 km. 

Sí linjuføringina á kortinum. 

LOYSN 3 

DAGFØRING AV VERANDI VEGI: Vegurin kann dagførast við eini eyka koyribreyt til tunga ferðslu um Sandavágsháls og ferðslutrygdartiltøk gjøgnum Sandavág og Miðvág. 

Sí linjuføringina á kortinum.

KOSTNAÐARMETING 2018 

Mynd 1 er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V). 

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting. 

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir. 

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting. 

Upphæddirnar eru í 2018-prísum í mió. kr.

RAKSTUR OG VIÐLÍKAHALD (R/V)

Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. 

Talvan lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur eru av at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking. 

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju. Upphæddirnar eru í 2018-prísum og pr. ár í mió. kr. Sí mynd 2.

TILMÆLD LOYSN 

Landsverk mælir til loysn 1, sum er tunnil til Sandavágs og umkoyringarvegur um Miðvág.

AVLEIDDAR VERKÆTLANIR 

Tað eru ongar avleiddar verkætlanir, men verður loysn 1 vald, má vegurin á Sandavágshálsi dagførast. 

SAMVIRKAN AV ØÐRUM VERKÆTLANUM 

Ongar verkætlanir

KOSTNAÐARMETING Í 2018 PRÍSUM: 315-385 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 3,7 mió. kr. Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.