Landstevna hjá Bláa Krossi Føroya

mentan07-03-2018 - 14:50 - Jóanis Nielsen
Blái Krossur skipar í vikuskiftinum fyri landstevnu. Hesaferð í Miðvági.
Leygardagin vera vit í bygdarhúsinum, har aðalfundur verður kl.16.00 og kvøldseta kl.19.30.

Á kvøldsetuni kemur Tummas Jákup Thomsen, listamaður, at hugleiða, frágreiðingar vera frá verkætlanunum "Øll hava rætt til góð barnaár" og "Liv Lívið" og annars verður góður felagssangur og sangframførsla.

Sunnudagin vera vit í missiónshúsinum, har sunnudagsskúli verður kl.14.00 fyri øllum børnunum á oynni og blákrossmøti verður kl.18.00, har vit m.a. hoyra um DAT-ung viðgerðina hjá Bláa Krossi.

Sí alla skránna áblakross.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin!