Landsstýris-og løgtingsfólk áttu at gingið á odda

politikkur11-05-2020 - 17:51 - Jóanis Nielsen

Í útvarpstíðindum í dag, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum m.a. ,at samfelagið var í djúpari kreppu og at hann tí hevði heitt á starvsmannafelagið at fáa strikað avtalaðu lønarhækking.

Eingin ivi um, at  hann sum fíggjarmálaráðharri hevur fingurin á pulsinum og veit hvat hann tosar um.

COV19 hevur sum kunnugt rakt hart kring allan heim og er eingin ivi um, at hon eisini kemur at gerast ein dyggur búðskaparligur smeitur fyri føroyska samfelagið.

Nú landsstýrismaðurin hevur heitt á verkafeløgini um at vísa hógv og við starvsmannafelagið beinleiðis at strikað lønarhækkingina, so kundi tað uttan iva verið sera skilagott , at landsstýris-og løgtingsfólk gingu undan og vórðu tey fyrstu, sum, í hvussu so er eitt tíðarskeið, fóru niður í løn – eini 10 %.

Fleiri dømi eru um, at m.a.politikarar uttanlanda orsakað COV-19 eru farnir niður í løn. T.d. í New Zelandi hevur stjórnaleiðari har avgjørt, at alli ráðharrar har tað næsta ½ árið fara 20% niður í løn.

At landspoltiski mynduleikin soleiðis í krepputíðum hevði gingið undan hevði uttan iva havt eina ja-liga ávirkan millum manna , soleiðis at onnur á teim “hægru rókunum” eisini fóru at vísa samfelagssinni , nú, samfelagið, sambært fíggjarmálaráðharranum, er í djúpari kreppu.

 

Eiði tann 11. Mai 2020

 

Tordur J. Niclasen