Landsstýrismaðurin fingið talgilda Samleikan

politikkur28-05-2020 - 16:20 - Jóanis Nielsen

Jørgen Niclasen fer nú undir at royndarkoyra talgilda Samleikan saman við 100 øðrum føroyingum. Í heyst kunnu allir føroyingar brúka skipanina.

Talgildu Føroyar seta nú Samleikan og Vangan í verk. Tað verður gjørt í stigum, og í hesum sambandi fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sín føroyska Samleika í dag.

Samleikin er nýggj talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum. Landsstýrismaðurin royndi nýggju sjálvgreiðsluna, har hann tók samleikaappina niður á fartelefonina, tók mynd av passinum og sær sjálvum og stovnaði sær ein samleika. Síðan vóru upplýsingarnar eftirkannaðir hjá brúkaratænastuni, ið kundi vátta, at upplýsingarnar og samleikaprógvið samsvaraði.

Samleikin fer millum annað at kunna brúkast til at rita inn á Vangan, sum nýggi tænastuportalurin til borgarar eitur. Á Vanganum vera at byrja við á leið 40 nýggjar sjálvgreiðslur og tænastur frá ymiskum almennum stovnum at finna. Harumframt verður atgongd eisini til Mínboks í nýggjum hami. Vangin fer at gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti talgilt. Næsta ár fara føroysku peningastovnarnir eisini at bjóða kundum sínum at brúka Samleikan fyri at fáa atgongd til netbankan.

Landsstýrismaðurin fer í summar, saman við 100 øðrum, sum umboða ein breiðan skara av føroyingum, at royndarkoyra Samleikan og Vangan. Við eini stigvísari íverksetan vilja Talgildu Føroyar tryggja, at loysnir og mannagongdir eru væl royndar, áðrenn allir føroyingar í heyst fáa í boði at brúka Samleikan og Vangan.

Um Samleikan

Samleikin er føroysk innritan og undirskrift, ið kemur í staðin fyri Mínlykil og NemID.

Samleikin lýkur altjóða trygdarkrøv um talgildar samleikar.

Sum frálíður skal Samleikin kunna brúkast til alskyns talgildar tænastur í Føroyum og uttanlands.

Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin. Hetta er ein týðandi liður í Samleikanum, ið verður tín persónligi lykil til talgildar tænastur.

Samleikin er partur av Talgildu Føroyum