Landsstýriskvinnan hevur tilnevnt limirnar í Etiska Ráðnum

politikkur04-12-2017 - 15:33 - Jóanis Nielsen

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tilnevnt teir tilsamans níggju limirnar, sum fara at mynda Etiska ráðið komandi fýra árini. Hildur við Høgadalsá verður forkvinna í nýggja ráðnum, sum fer til verka um ársskiftið.

Tey tilnevndu eru:

Hildur við Høgadalsáer tilnevnd forkvinna. Hildur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið limur í Sjúkrarøktaretiska ráðnum, harumframt var hon eitt tíðarskeið forkvinna í ráðnum. Á yrkisleið síni hevur hon starvast víða innan heilsuverkið, harav meginpartin av tíðini á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.

Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Steintóra Samuelsen, serlækni í gynækologi/obstretrik og starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Jógvan D. Hansen, útbúgvin Cand. Phil. og starvast sum lærari í heimsspeki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Richard Schwartzson, útbúgvin farmaceut MSc (IT) og er KT leiðari á Tjaldurs Apoteki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Sólbjørg Frederiksberg, útbúgvin fysioterapeutur og starvast á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Jákup H. Foldbo, útbúgvin Cand. Scient. Soc. og starvast sum trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.

Tilnevndur eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.

Leif Olsen, útbúgvin sosialráðgevi og starvast sum ráðgevi í Almannaverkinum.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Debes H. Christiansen, útbúgvin lívfrøðingur og starvast sum deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum.

Marjun Bæk,fyrrverandi sóknarprestur og hevur eisini í fleiri ár virkað sum sjómansprestur.

Tilnevnd eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í mentamálum.