Landsstýrið umhugsar at herða ásetingarnar um neyðtøku

Politikkur14-09-2020 - 16:43 - Jóanis Albert Nielsen

Landsstýrið kannar í løtuni møguleikan fyri at herða ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku.

Tað svarar løgmaður Hervøri Pálsdóttir, tingkvinnu, ið hevur spurt um ásetingar um neyðtøku í revsilógini.

Nógv bendir á, at ásetingarnar í donsku revsilógini um neyðtøku verða broyttar í næstum. Eftir ætlan verður eitt uppskot lagt fyri Fólkatingið í komandi mánaði. Helst verður farið frá einari tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til eina áseting, sum er grundað á annaðhvørt frían vilja ella á samtykki.

“Landsstýrið hyggur í løtuni nærri at, hvussu norðurlond hava valt at skipa seg á hesum øki. Royndirnar í okkara grannalondum verða síðani brúktar sum grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu ein føroysk áseting skal orðast”, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.

Landsstýrið ætlar í hesum arbeiði at umrøða spurningin nærri við ymiskar áhugabólkar - eitt nú KRIS, Amnesty International Føroyar, Føroya Politistafelag og Advokatfelag Føroya, eins og hevur verið gjørt fyrr, tá ið broytingar eru gjørdar í revsilógini.

Eisini verður neyðugt at gera undirvísingartilfar og skipa fyri evnisdøgum.