Landsstýrið hevði sín fyrsta landsstýrisfund fyrrapartin í dag

18-09-2019 - 15:44 - Jóanis Nielsen

”Mín høvuðsuppgáva verður at samskipa málini hjá landsstýrinum og tryggja at tey verða framd. Skulu vit røkka góðum úrslitum, verður neyðugt at samansjóða okkara sjónarmið og samstarva væl, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hava áður verið í landsstýrinum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, royna seg fyri fyrstu ferð í landsstýrinum.

Næsti landsstýrisfundur verður í komandi viku.

UM LANDSSTÝRISFUNDIRLandsstýrisfundirnir eru kjarnin í landsstýrisarbeiðinum. Teir eru eitt týdningarmikið amboðið at fáa heild og samljóð í politikkin hjá landsstýrinum.Sambært stýrisskipan Føroya § 33, stk. 2 samskipar løgmaður starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir og ríkislógartilmæli o.a. verða løgd fram, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.