Landsstýrið fer í morgin at leggja nýggj koronutilmæli fram

corona04-03-2021 - 16:35 - Jóanis Nielsen

Landsstýrið fer í morgin at leggja nýggj koronutilmæli fram. Í tí sambandi verður skipað fyri tíðindafundi kl 11 í Kringvarpi Føroya. Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.