Landsliðið í leirdúgvuskjóting til oyggjaleikirnar úttikið

ítróttur14-04-2019 - 12:38 - Jóanis Albert Nielsen

Seinastu úttøku kappingarnar hava verðið, og nú er greitt hvør skal umboða Føroyar á oyggjaleikinum á Gibraltar í summar.

Í skeet:

Marius F. Joensen, SBF Tórur Fløtt, SBF

Í trap:

Finn Ludvig, VBM Alex Johannesen, EYS

Úttøkan í trap gjørdist rættuliga spennandi, og tað varð ikki fyrr enn seinastu leirdúgvurnar blivu skotnar, at tað gjørdist greitt hvør bleiv úttikin. Esmar Joensen úr VBM hevði ein av sínum góðu døgum, og varð einans 2 dúgvur frá at taka plássi frá Alex.

Í skeet bleiv ikki líka stórur spenningur, tí tað varð longu greitt aftaná fyrstu dúgvurnar, at ongin kundi taka Marius og Tóra aftur.

Hópurin fer nú at fyrireika seg til leikirnar, og Skjótisamband Føroya fer at gera alt fyri, at fyrireikingarnar til leikirnar eru so góðar sum møguligt.

Øll úrslitini síggjast á http://skot.fo