Landskassans skuld er 4 mia. kr.

18-10-2021 - 10:22 - Jóanis Nielsen

 Landskassans rentuberandi skuld er í løtuni umleið 4 mia. kr. Tað svarar til 18% av BTÚ í 2021.

Landskassin rindaði í juni 2021 eitt lán aftur á 1,35 mia. kr. og skuldin fall tí við hesi upphædd. Hetta bar til, tí landskassin í juni í 2020 tók eitt lán á 1,6 mia. kr. fyri at tryggja, at peningur var tøkur í sambandi við Covid-19. Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri, enn áður væntað, var peningur tøkur at rinda skuld niður við í juni 2021. Landskassans rentuberandi skuld er í løtuni umleið 4 mia. kr. Tað svarar til 18% av BTÚ í 2021, sí mynd 1.

Í august í ár gav Moody’s Føroyum somu kredittmeting, sum seinast; tað vil siga Aa2 við støðugum útliti. Hetta er triðja hægsta rating (“próvtal”), sum eitt land kann fáa. 

Mynd 1. Landskassaskuld

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: landskassa skuld, nominelt virði.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í øðrum ársfjórðingi 2021 her