Landsbankin longu kostað 85 mió

Politikkur27-09-2017 - 20:01 - Jóanis Nielsen

 Fyrsta avgerðin hjá Landsbankanum kostar landskassanum 35 mió kr næstu 5 árini og landsbankin sjálvur kostar 10 mió um árið í rakstri. Pengarnir Há-fossa úr landskassanum. 

 

Rentan á lánum, sum landskassin hevur tikið, er lækkað hvørt ár. Í fjørð kundi landskassin taka eitt lán upp á 1,35 mia til umfígging. Rentan var 0,5%, sum er tað lægsta, vit hava fingið. Gjaldstovan stóð fyri lántøkuni

 

Í ár kom vend í. Landsbankin er endurstovnaður og hevur yvirtikið lántøkur hjá landskassanum. Við vælsignilsi frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, broyttu tey lántøkuháttin. Fíggjast skuldi 1 mia. kr. Tey valdu fyrst at taka eitt dýrt norskt lán upp á 450 mió. kr, har rentan var 1,8%. Síðan vóru, sum vanligt, lánsbrøv útskrivaði fyri at lána 550 mió. kr. Hetta var lán yvir 5 ár og rentan var 0.59%. 

 

Hetta er munandi hægri renta, enn tey 0,5%, sum láni í 2016 kostaði. Eyka kostnaðurin fyri landskassan verður tískil uml. 7 millónir um árið, ella uml. 35 mió kr næstu 5 árini. 

 

Óneyðugi Landsbankin kostar 10 mió. kr um árið í rakstri. So næstu 5 árini kostar landsbanka-ævintýrið landskassanum 85 mió kr í eyka kostnaði. Og tað kann blíva verri, tí dýra norska lánið hanga vit uppá í 15 ár. So pengarnir av sonnum Há-fossaúr landskassanum. 

 

Jørgen Niclasen, tingmaður.