Landið hevur ábyrgd av starvsfólkunum á Posta

vinna25-05-2018 - 12:14 - Jóanis Nielsen

LÓGARUPPSKOT: Starvsmannafelagið mælir landsstýrinum frá at selja partabrøvini í almenna P/F Postverk Føroya. Verður fyritøkan seld privatum, hevur landsstýrið í minsta lagi ábyrgd at tryggja, at vunnin lønar- og setanarkor ikki versna, og at tað verða skipaði viðurskifti á starvsfólkaøkinum eisini í árunum eftir eitt eigaraskifti

Starvsmannafelagið vísir á, at so leingi landið hevur eina lógarbunda skyldu at bera post til allar landsins borgarar, er tíðin ikki búgvin at selja partabrøvini í almenna partafelagnum.

Felagið undrast á hvussu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin kunnu taka undir við eini slíkari privatisering, sum hevur víst ikki at vera nøkur treytaleys succes í okkara grannalondunum.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur sent avvarandi pørtum uppskot til hoyringar, sum skal geva landsstýrsismanninum heimild, at selja partapeningin í P/F Postverki Føroya.

Starvsmannafelagið hevur ummælt uppskotið. Hoyringsfreistin var í gjár, 24. mei.

Felagið vísir á, at starvsfólkaviðurskiftini eru so at siga ikki lýst í uppskotinum og frágreiðingini, sum fylgir við uppskotinum.

Postverkið hevur havt stórar avbjóðingar á starvsfólkasíðuni, síðani tað varð umskipað til alment partafelag í 2005.

Landið hevur átt postverkið í meira enn 40 ár, og verða partabrøvini seld, hevur landið í minsta lagi skyldu at tryggja, at setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum ikki versna, og at tað vera friðalig og skipaði viðurskifti á arbeiðsplássinum undir einum nýggjum privatum eigara.

Hesi viðurskiftini má lógaruppskotið og ein møgulig sølutilgongd eisini taka fyrilit fyri, sigur Starvsmannafelagið.

Lesið viðmerkingarnar hjá Starvsmannafelagnum til lógaruppskotiðher.