Lættari at varskógva um lógarbrot og óreglusemi

vinna20-03-2018 - 11:16 - Jóanis Nielsen

 WHISTLEBLOWING: Almenn starvsfólk skulu verjast við lóg, um tey gera vart við lógarbrot ella óreglusemi, sum tey varnast á sínum arbeiðsplássi. Ætlanin er, at starvsfólk ónevnd kunnu venda sær til Landsgrannskoðanina við illgruna um lógarbrot ella óreglusemi. Landsgrannskoðanin kannar málið nærri og sendir tað til avvarandi aðalstjóra. Higartil er bert ætlanin, at lógin skal galda fyri landsfyrisitingina og stovnar undir landinum

 

Øssur Winthereig - PRESS

 

Almenn starvsfólk skulu ekkaleys kunna varskógva um lógarbrot ella óreglusemi, sum tey koma fram á í sínum arbeiði.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur sent eitt uppskot til løgtingslóg um eina varskógvaraskipan til ummælis.

 

Í uppskotinum verður sagt, at endamálið er at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk, um tey varskógva um óreglusemi, sum tey koma fram á í fyrisitingini. Sagt verður eisini, at endamálið er at styrkja rættarsamfelagið og vælferðarsamfelagið.

 

Í fyrsta lagi er bert talan um starvsfólk í landsfyrsitingini og stovnar undir landinum. Starvsfólk í kommunum og almennum partafeløgum verða ikki vard av nýggju lógini.

 

Nýggja lógin skal tryggja, at almenn starvsfólk uttan at siga navn, kunnu gera vart við lógarbrot ella óreglusemi á sínum arbeiðsplássi.

 

-Tað eru vanliga starvsfólkini, sum fyrst gerast varug við ymiskt óregluligt ella ólógligt, men okkurt bendir á – og tað vísa royndir aðrastaðni eisini – at starvsfólk treyðugt vilja boða frá slíkum viðurskiftum, m.a. tí at hetta kann kennast illoyalt mótvegis starvsfeløgum ella arbeiðsgevara, verður sagt í viðmerkingunum.

 

Hugskotið við lógini er, at hesi starvsfóllki ikki skulu stúra fyri at verða uppsøgd ella merkja aðrar avleiðingar, um tey gera vart við okkurt, sum tey halda ikki er í lagi.

 

- Søgan vísir tíverri, at persónligu avleiðingarnar kunnu gerast ógvusligar, um starvsfólk velur at varskógva alment um óreglusemi ella viðurskifti, ið ikki eru samsvarandi lóggávu. Hetta ger, at nógv starvsfólk vilja velja frá at varskógva um óreglusemi í framtíðini. Hetta um stig ikki verða tikin til at skipa eina veruliga varskógvaraskipan, ið bæði tryggjar, at óreglusemi verður fráboðað, og verjir tann, ið fráboðar óreglusemið, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Bert týðandi mál

Talan skal vera um týðandi feilir, óreglusemi og vansketni í málsviðgerð, fyrisiting og borgaraavgreiðslu, týðandi brot á innanhýsis mannagongdir og rundskriv, og týðandi og afturvendandi feilir ella vansketni í málsviðgerð, fyrisiting og borgaraavgreiðslu.

 

Mál, sum kunnu fráboðast um varskógvaraskipanina, eru í fyrsta lagi mál, sum viðvíkja málsviðgerð, fyrisiting og borgaravgreiðslu. Sum dømi kunnu nevnast, at skeivar ella villleiðandi upplýsingar tilvitað verða latnar øðrum myndugleikum ella borgarum, at eitt mál tilvitað verður viðgjørt skeivt, at grundarlagið undir eini avgerð tilvitað ikki er upplýst til fulnar, ella at ósaklig fyrilit eru í málsviðgerðini.

 

Onnur mál, sum kunnu fráboðast um varskógvaraskipanina, eru t.d. mál um korruptión, nepotismu, mutur, skjalafalsan, svik, fíggjarundandrátt, óregulig viðurskifti í sambandi við bókhald og grannskoðan, týðandi brot á arbeiðsumhvørvisreglurnar, harðskapur og kynsligur ágangur. Hevur eitt starvsfólk illgruna um slík grov lógarbrot, ber til at boða frá hesum um varskógvaraskipanina,

 

Smærri mál vera ikki vard

Tá sagt verður at málini skulu vera týðandi, so merkir tað hinvegin, at mál sum t.d. ónøgd við løn, arbeiðstíð ella arbeiðsgevara, dugnaloysi hjá leiðslu, frávera hjá starvsfeløgum, smærri brot á innanhýsis mannagongdir um t.d. royking, alkoholnýtslu og privat brúk av interneti ella telduposti ikki hoyra undir mál, sum verða vard av lógini.

 

Slík mál skulu viðgerast eftir teimum reglunum, sum galda fyri stovnin.

 

Landsgrannskoðanin tekur ímóti

Í uppskotinum verður skotið upp, at Landsgrannskoðanin umsitur eina varskógvaraskipan.

 

Starvsfólk skulu kunnu venda sær til Landsgrannskoðanina og boða frá tí, sum tey halda ikki er í lagi. Hetta kann gerast ónavngivið.

 

Til tess at tryggja navnaloyndina skal tann, sum tekur ímóti fráboðanum beinleiðis frá starvsfólkum, t.d. um telefonina, kunna starvsfólkið um, at tað ber til at lata upplýsingarnar ónavngivin. Samstundis eigur at verða kunnað um, at navnaloyndin er ikki tryggjað, um starvsfólkið eyðmerkir seg sjálvt.

 

Fíggjarmálaráðið hevur evstu ábyrgd av varskógvaraskipanini, men hevur valt Landsgrannskoðanina at umsita hana.

 

- At skipanin verður løgd til Landsgrannskoðanina er eisini grundað á, at royndir aðrastaðni vísa, at brotini, sum verða fráboðað um varskógvaraskipanir, aloftast eru av fíggjarligum slagi, t.d. fíggjarundandráttur, mutur og svik. Landsgrannskoðanin hevur frammanundan fíggjarligt eftirlit við almennu fyrisitingini og má tí metast at hava serligar førleikar at kanna mál av hesum slagi, stendur í uppskotinum.

 

 

Landsgrannskoðanin skal meta um málini og síðani biðja avvarandi aðalstjóra um eina frágreiðing. Landsgrannskoðanin kann ikki áleggja einum stovni nakað, men skal koma við tilmælum, eins og Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Í november 2014 legði Kristina Háfoss, sum tá var í andstøðu, uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, um at smíða eina løgtingslóg um varskógvaraskipan. men tað uppskotið fall.