Nýggjastu


Lærlingur til handilin

Lýsing19-10-2020 - 19:57 - Jóanis Albert Nielsen

Vit sóknast eftir lærlingi til byggibúðina.

Ynskir tú tær eina yrkisleið innan sølu? Ynskir tú læra og at mennast? Dámar tær væl at arbeiða við kundum og at geva kunandum eina góða tænastu? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Sum lærlingur kemur tú at arbeiða í handlinum og kemur at læra at selja og um kundarøkt. Harumframt kemur tú at læra um amboð og tilfar og um innkeyp, logistik, marknaðarføring og annað.

Lærutíðin er frá 2 árum upp í 4 ár, alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan.

Tekur tú vanliga handisútbúgving, er skúlagongdin í Føroyum, ímeðan útbúgving við sergrein, krevur skúlagongd í Danmark.

Um tú ynskir at hoyra nærri um læruplássið, kanst tú venda tær til Heðin Poulsen, tel. 258019

Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn, til hedin@timbur.fo

Freistin at søkja er 30. oktober kl. 14.