Lærlingar ongan landsskatt

Politikkur21-11-2018 - 22:15 - Jóanis Albert Nielsen

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum legði Beinir Johannesen, næstformaður í Huxa Fólkafloksungdómur, fram uppskot um, at lærlingar ikki skulu gjalda landsskatt.

Huxa hevur gjørt uppskot um, at botnfrádrátturin hjá lærlingum skal hækkast upp til 150.000 kr. Við hesum fara nakrir fáir lærlingar at gjalda ein lítlan landsskatt, men flestu fara als ikki at gjalda landsskatt gjøgnum lærlingatíðina.

Undir framløguni legði Beinir Johannesen dent á, at enn fara nógv niður til Danmarkar at lesa, og fer hetta at eggja ungum at fara undir útbúgving her í Føroyum. Eisini kemur tað at eggja ungum at velja tær handaligu útbúgvingarnar, har vit sanniliga hava tørv á fleiri.

Eisini fer uppskotið hjá Huxa at lætta um hjá lærlingum, ið tildømis hava hús/íbúð og hava eina familju at forsyrgja. Ein tílíkur lætti munar munandi hjá hesum bólkinum.

Við uppskotinum vil Huxa, at tað skal loysa seg hjá ungum at fara undir læru og útbúgving her í Føroyum.