Lækking av bussprísum umborð á Smyrli

vinna12-04-2017 - 13:03 - Jóanis Nielsen

Fyri at betra um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Suðuroynni, hava Strandfaraskip Landsins í samráði við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum gjørt av at lækka prísirnar fyri bussar, ið ferðast við Smyrli. 

Frameftir verða hesir prísir teir somu sum á hinum sjóvegis farleiðunum hjá Strandferðsluni, og tað er eftir eina lækking á 30% fyri allar støddir av bussum. Teir størstu bussarnar, omanfyri 15 metrar, fara t.d at at rinda 765 krónur ístaðin fyri 1.100 krónur. 

“Fólk í ferðavinnuni hava ofta gjørt vart við, at prísurin fyri bussar við Smyrli er ov høgur, og lækkingin er tí ein byrjan upp á at betra um ferðavinnuvirksemið í oynni”, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. 

Príslækkingin kemur í gildi 1. mai 2017.