Lækka skattatrýstið á arbeiðsinntøku

politikkur05-12-2017 - 18:24 - Jóanis Nielsen

Lækkið skattatrýstið á arbeiðsinntøku, og fíggið hetta við at breiðka skattagrundarlagið. Hetta er eitt av tilmælunum, sum óhefta skattanevndin legði fram í dag.

Høvuðsboðskapurin hjá nevndini er, at føroyska skattaskipanin virkar væl á flestu økjum. Hvørki markskatturin (marginal) ella miðalskatturin eru serliga høgir í Føroyum, sammett við onnur framkomin lond.

Heitið á frágreiðingini er: Lættari, rættari og grønari – uppskot til broytingar í skattaskipanini. Frágreiðingin kann heintasther:

Framløgan kann heintasther:

Fyrst í komandi ári fer frágreiðingin frá skattanevndini til víðari politiska viðgerð, har landsstýrið og samgongan fara at meta um, hvørji tilmæli í frágreiðingini politisk undirtøka er fyri at arbeiða víðari við og seta í verk.

Landsstýrið og samgongan hava annars higartil í samgonguskeiðnum framt eina røð av skattapolitiskum átøkum. Millum hesi kunnu nevnast:

  • Skattalætti til lág- og miðallønt fyri samanlagdar 137 mió. kr.
  • Hækkað barnafrádráttin úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn undir skúlaaldur árliga.
  • Umlagt vektgjald á akførum til grønt veg- og umhvørvisgjald, har akfør rinda í mun til útlát. El- og vetnisbilar rinda nú als onki vektgjald.
  • Tíðaravmarkað MVG-afturbering til el- og vetnisakfør, umframt til grønar hitaskipanir.
  • Broytt tøkugjald í alivinnuni.

Skattapolitisk lógaruppskot, sum í løtuni eru til hoyringar ella løgd fyri Løgtingið eru hesi:

  • Leiguinntøka við langtíðarútleigan verður gjørd munandi meira skattafrí (50.000 skattafrítt og bert 25% skattur av restini av árligu leiguinntøkuni).
  • Tillagað tilfeingisgjald til veiðugjald í fiskivinnuni.
  • Broyta 40% skattin á pensjón til eina stigvaksandi skattaskipan, har pensjónsskatturin verður stigvaksandi úr 30% og upp í 40% í mun til inntøk

Seinast Føroyar hevði eina skattanevnd var í 1973. Hon var mannað við Jóannes Thomsen, Carl Wilhelm Weihe, Paula Ellefsen, Árna Olafsson, Árna K. Olsen og Eyðun á Rógvi. Álitið frá 1974 kann heintasther: