Oljupumpa í Mykinesi.

Lægri prísur á brenniolju størstu ávirkan á brúkaraprístalið

15-07-2020 - 13:08 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan:

Brúkaraprísirnir fyri annan ársfjórðing eru dagførdir, og vísa tølini hesaferð, at í miðal eru prísirnir lækkaðir, bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til fyrsta ársfjórðing er brúkaraprístalið lækkað 0,9 prosent og í mun til sama ársfjórðing í fjør, eru brúkaraprísirnir í miðal lækkaðir 0,1 prosent.

Yvirskipað verða brúkaraprísir býttir í 12 vøru- og tænastubólkar, og tað er ymiskt, hvussu prísirnir í miðal innan hesar bólkarnar broytast, umframt hvussu nógv hesar vørurnar og tænasturnar viga í vektargrundarlagnum og harvið ávirka tað samlaða brúkaraprístalið. Á hesum yvirskipaða listanum av 12 vørum og tænastum, eru prísir innan býlisútreiðslur, samskifti, flutning og heilsu lækkaðir hetta seinasta árið, meðan innan aðrar vøru- og tænastubólkar, eru prísirnir øktir.

Við uppgerðina fyri fyrsta ársfjórðing í ár vóru prísir innan flestu av høvuðsbólkunum eftir einum ári øktir, tó undantiknir prísir fyri høvuðsbólkarnar samskifti og heilsu. Samlaða prístalið vísti tá ein árligan vøkstur á 1,6 prosent. Myndin niðanfyri vísir, at brádliga lækkingin í árligum vøkstri eisini er galdandi fyri brúkaraprísir í londum kring okkum. Myndin niðanfyri vísir harumframt, at prísgongdin í Føroyum seinastu 10 árini í stóran mun fylgir prísgongd annars í Evropa.

Høvuðsorsøkin til hesa samlaðu broytingina er at finna í príslækking á brennievni, ið er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluútreiðslunum til upphiting av bústøðum og sum brennievni í flutningi. Myndin niðanfyri vísir prísgongdina seinastu 10 árini fyri brenniolju til upphiting av bústøðum úr brúkaraprístalinum í Føroyum samanborin við prísgongdina í ES og Danmark. Sambært brúkaraprístalinum eru prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, lækkaðir heili 31 prosent frá mai 2019 til mai 2020. Lutfalsliga stóra og brádliga príslækkingin fyri hesa vøruna sæst eisini í londunum kring okkum.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu stóra ávirkan prísbroytingar innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar hava á samlaða brúkaraprístalið, tá hædd verður tikin fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Uppgerðin fyri fyrsta ársfjórðing vísti árligan vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum á 1,6 prosent, men er tað serliga lutfalsliga stóra príslækkingin á brennievni frá fyrsta ársfjórðingi til annan ársfjórðing, samanhildið við vektini av nýtsluni av øllum vørum og tænastum, ið er orsøk til, at árliga broytingin í brúkaraprístalinum í løtuni er minus 0,1 prosent.

Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.