Savnsmynd:

Kyndil vann fyrra finaludystin á Neistanum 26-22

ítróttur19-04-2017 - 19:36 - Jóanis Nielsen

 Kyndil dróg longra stráðið í fyrra finaludystinum í kvøld - Kyndil vann 26-22 á Neistanum.

Tað var ein spennandi og vælleiktur dystur, sum Kyndil og Neistin leiktu í kvøld. Kyndil byrjaði betur, men Neistin svaraði væl aftur. Í fyrru helvt av seinna hálvleiki gjørdi Kyndil nakrar vælumhugsaðar útskiftingar, har tær spardu nakrar av lyklaleikarunum, sum so kundu koma vælupplagdar aftur á vøllin.

Seinni finaludysturin verður leiktur leygardagin, greitt er, at Kyndil hevur betri kortini til leygardagin, nú tær vunnu 26-22 á Neistanum í kvøld eftir at Kyndil førdi 12-10 í hálvleikinum.

Kyndil: Maja Drageljubavic, Anja Eliasen, Guðrið G. Eystberg, Bára K. Hansen 3, Asleyg Súnadóttir, Bjarta O. Johansen 1, Gudrun Restorff 2, Anna A. Brimnes 9, Súna K. Hansen 1, Birita Mortansdóttir 2, Tomma Petersen, Lea Djurhuus, Helena á Krákusteini, Eyðleyg Súnadóttir, Turid Arge 8 og Vár Thomassen.

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna P. Nólsoy, Lilja Mohr 2, Birita Ingolfsdóttir 5, Eir Berg 4, Barbara N. Johannesen, Drós Ragnarsdóttir, Bára Hansen 1, Marjun F. Danberg 4, Ása Dam á Neystabø 5, Margit Weihe, Brynja Høj 1, Fríða á Dunga, Tórhalla Thorsteinsson, Gunnfríð P. Nólsoy og Jacklin Djurhuus.

Støður:

5. min. 2-0

10. min. 5-2

15. min. 7-3

20. min. 7-5

25. min. 8-10

30. min. 12-10

35. min. 14-12

40. min. 15-12

45. min. 18-13

50. min. 20-17

55. min. 21-18

60. min. 26-22

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Áskoðarar: 500