Kyndil vann á H71

ítróttur19-11-2018 - 09:40 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár vóru tveir dystir í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti.

Í Hoyvík tók H71 ímóti Kyndli. H71 hevði undan dystinum bert tapt tann eina dystin og tað var dysturin, sum tær úr Hoyvík leiktu ímóti Neistanum fyri viku síðani.

Tað gekk javnt fyri seg í Hoyvík. Hálvleiksstøðan var 10-11 til Kyndil. Tá ið 53. min vóru var støðan 17-20 til Kyndil. Kyndil vann dystin 19-20. Bestu skjúttar fyri H71 vóru Maria Weyhe og Eva Barba Arge við hvør sínum 5 málum. Bára K. Hansen fekk 6 mál fyri Kyndil.

Í Klaksvík tók Stjørnan ímóti StÍF. Stjørnan vann ein greiðan sigur 23-15 eftir hálvleiksstøðuna 11-7. Tóra Eliasen fekk 8 mál fyri Stjørnuna, og fyri StÍF fekk Emmy Kass 4 mál.