Kyndil vann 29-25 á VÍF

Ítróttur06-01-2014 - 00:57 - Jóanis Nielsen

 Kyndil vann heimadystin 29. september ímóti VÍF, tað megnaðu teir aftur í dag, við at vinna 28-25.

Vit sóu ikki dystin, men sum skilst var tað ein sera spennandi og vælleiktur dystur í Høllini á Hálsi.

Fyrri hálvleikur var tættur og spennandi, liðini skiftust um at liggja omaná, tá ið farið var til hálvleik, vísti máltalvan 13-12 til Kyndil.

Kyndil rann undan í seinna hálvleiki, tá ið 45 min. vóru leiktir vísti máltalvan 24-19 og Kyndil kláraði at halda leiðsluna og vunnu 29-25 á VÍF.

Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Mladen Mjerimacka, Hans Arni Thomsen, Andrias Sólsker 1, Josef Abrahamsen 5, Oyvind Lútzen 1, Høgni Klein Olsen 4, David Edvardsen 2, Hans Áki Dahl-Olsen 1, Hjalte Bachmann, Ludvík Sunason 7, Bárður Johannesen, Finnur Hansson 6, Tróndur Joensen, Bjarni Sørensen og Dávur Clementsen.

 

VÍF: Eli Múller, Sámal Joensen, Julian Olsen, Áki Egilsnes 6, Agnar Joensen 7, Andrias Eriksen 3, Niklas Simonsen, Bárður Brimvík, Tóki Seloy, Sámal Jákup Djurhuus 1, Hanus Christophersen, Filip Jojic 8, Sjúrður Nielsen og Magnus á Rógvu.

 

Støður:

5. min. 2-1

10. min. 5-6

15. min. 7-8

20. min. 8-10

25. min. 12-11

30. min. 13-12

35. min. 16-15

40. min. 21-17

45. min. 24-19

50. min. 25-21

55. min. 27-23

60. min. 28-25

 

Áskoðarar: 225

 

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.

Les eisini: Kyndil vann toppdystin í Elektron deildini.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF133833087520
2VÍF134053535218
3StÍF13351355-414
4H7113340339112
5Kyndil13337348-1112
6Neistin12314339-2510
7Team Klaksvík13334422-884