Kyndil og Neistin vunnu sínar dystir í dag

ítróttur25-10-2020 - 18:15 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag hava tveir dystir verið í SMS-deildini hjá kvinnum.

Í Havn tók Kyndil ímóti Stjørnuni. Kyndil vann dystin 32-24, eftir hálvleiksstøðuna 16-9. Toppskjútti fyri Kyndil var Súna K. Hansen við 9 málum, og fyri Stjørnuna fekk Tóra Eliasen 8 mál.

Í Vági tók VB ímóti Neistanum. Neistin vann dystin 28-36, eftir hálvleiksstøðuna 13-18. Toppskjútti fyri VB var Vladana Lazendic við 8 málum, og fyri Neistan fingu Sólbjørt Høj, Marjun Danberg og Stina Madsen hvør síni 8 mál.