Kyndil hevur mist ein av lyklaleikarunum

ítróttur19-02-2018 - 20:57 - Jóanis Albert Nielsen

Kyndil ið gjørdist steypavinnari av Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum um vikuskiftið má spæla restina av kappingarárinum uttan ein av lyklaleikarunum.

Talan er um Tummas Pauli Hanusarson. Tummas Pauli fekk 5 mál í steypafinaluni, sum Kyndil vann 24-17 á H71.

Sigast má at Tummas Pauli hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá Kyndli í hesum kappingarárinum, hann hevur skotið yvir ein 1/5 av málinum hjá Kyndli í landskappingini. Tummas Pauli hevur skotið 76 av teimum 348 málunum Kyndil hevur fingið í ár.

Tummas Pauli fór í gjár av landinum til Danmarkar í arbeiðsørindum, har hann verður í eitt hálvt ár.